SMS: Neistin endurvann oddasessin

Neistakvinnur vunnu á EB og H71 vann á VB

Savnsmynd

Fýra dystir eru leiktir í SMS-deildini í dag.

 

HER  ber til at lesa um hvussu Kyndil vann á Stjørnuni á heimavølli, og hvussu StÍF vann á VÍF á heimavølli. 

 

Neistin endurvann oddasessin við 29-25 sigri á EB í høllini á Eiði. Tíverri er eingin dómaraseðil tøkur frá dystinum.

 

H71 vann stórsigur 34-22 á VB suðuri í Vági. Í steðginum vóru hoyvíkskvinnur á odda heili 17-7.

 

Durita Krosslá Hjelm var toppskjútti hjá VB við fimm málum. Guðrið á Borg var toppskjútti hjá H71 við níggju málum. 

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF frá dystinum VB-H71 22-34 (7-17):

 

##med2##

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 NEISTIN103152397618
 KYNDIL103132506318
 H71103132813212
 STÍF10296292412
 VÍF103062862010
 STJØRNAN10255295-406
 EB10252313-613
 VB10243337-941

 

 

 

 

 

 

 

Savnsmynd