SMS: StÍF hevur tryggjað sær triðja plássið

StÍF vann í kvøld á H71, ið endar á fjórða plássinum í grundspælinum

StÍF endar á triðja plássinum í grundspælinum í SMS-deildini.

 

Tað er staðfest aftaná 32-26 sigurin hjá StÍF á H71 í høllini á Skála í kvøld. Í fyrra hálvleiki leikaði meira javnt á, og var StÍF bert á odda 14-13 í steðginum. 

 

Tá 46 minuttir vóru leiktir leikaði framvegis javnt á, og StÍF var bert á odda 22-21. Men tá skoraði StÍF fýra ferðir uttan, at H71 svaraði aftur og kom á odda 26-21. Løtu seinni var StÍF á odda 28-22. 

 

H71 minkaði um munin til 26-29 tá hálvurtriðji minuttur var eftir av dystinum. Men seinastu løtuna skutu strandakvinnur trý mál uttan, at H71 megnaði at svara aftur.

 

Emma Marie Vanggaard Skovmand var toppskjútti hjá StÍF við sjey málum. Toppskjútti hjá H71 við níggju málum var Anna Elisabeth H. Weyhe við níggju málum.

 

StÍF hevur 26 stig á triðja plássinum. H71 hevur spælt allar 21 dystirnar í grundspælinum, og tær endaðu á 25 stigum. 

 

StÍF skal spæla FM-fjórðingsfinalu á heimavølli móti EB, ið endar á sætta plássinum, og H71 skal spæla FM-fjórðingsfinalu á heimavølli móti VÍF, ið endar á fimta plássinum. 

 

Leygardagin, páskaaftan vera tríggir teir seinastu dystirnir leiktir í grundspælinum, og teir flyta onga endastøðu hjá liðunum. Dystirnir eru hesir: VB-Neistin í Vági, VÍF-EB í Vestmanna, og StÍF-Stjørnan í høllini á Skála.

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum StÍF-H71 32-26 (14-13):

 

##med2##

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 KYNDIL2170451918539
 NEISTIN2062451710730
 STÍF205925662626
 H71216505777325
 VÍF205945623222
 EB20517609-9211
 STJØRNAN20498627-1298
 VB20474676-202   1 stig