SMS: StÍF vann sannførandi sigur á EB

Kvinnurnar hjá StÍF vunnu í kvøld ein sjeymálssigur í høllini á Eiði

Mynd: StÍF

Fyrr í kvøld var dystur leiktur í SMS-deildini í høllini á Eiði millum EB og StÍF.

 

StÍF vann sannførandi 29-22 sigur. Í steðginum var StÍF á odda 11-7.

 

Tá 40 minuttir vóru leiktir var StÍF á odda 20-10. Tað nærmasta EB kom aftaná tað var við støðuna 19-25. 

 

Natasja Hammer, ið hevur spælt við Haukar í bestu íslendsku deildini undanfarnu árini gjørdist toppskjútti hjá StÍF við átta málum.

 

Nukaaka Petrussen Lyberth og Masa Varajic vóru toppskjúttar hjá EB við seks málum hvør.

 

Her er dómaraseðilin frá HSF: 

 

##med2##

 

 

 

Mynd: StÍF