Smyril givin at sigla og ymsar avleiðingar í Suðuroynni

Máttu í úrtíð  av oynni, og finna sær okkurt at búgva í í Havn, fyri at tryggja, at komið ikki varð ov seint til flogfarið í morgin.

SSL boðaði í gjár frá, at broytingar fóru at vera á farleiðini við Smyrli um Suðuroyarfjørð í dag, vegna veður.

 

Ferðaætlanin fyri dagin í dag hevur verið hednan: Av Krambatanga klokkan 6 og 11:30.

 

Av Havnini klokkan 8:45 og 16.

 

Túrarnir klokkan 18:45 og klokkan 21 verða ikki sigldir.

 

Sostatt siglir Smyril ikki meira í dag. Sum in.fo frættir, so hevur hetta havt ymsar avleiðingar. Eittnú er Fólkatingið á kunningarferð í Føroyum, og skuldi eftir ætlan vitja í Suðuroynni í dag, men ferðin um Suðuroyarfjørð er avlýst.

 

Vísundavøka skuldi vitja Suðuroynna í dag, men er hetta fyribils útsett.

 

Skúlar í Suðuroynni, sum skuldu á ferð av landinum, máttu í úrtíð  av oynni, og finna sær okkurt at búgva í í Havn, fyri at tryggja, at komið ikki varð ov seint til flogfarið í morgin.

 

Eisini í næstu viku er boðað frá broytingum á farleiðini, og tá verður tað vegna dagføringar.