Sonate for sorgfulde hjerter á Café MorMor

Leygardagin 20. apríl kl. 17 verður bókaframløga á Café MorMor á Tvøroyri– kryddað við guitartónum og sangi.

 

Føroyar eru sjáldsamur gestur í donskum bókmentum, men nú er høvundurin Lisbeth Nebelong aftur altuel við søgum úr Føroyum í stuttsøgukringinum ”Sonate for sorgfulde hjerter”, sum - umframt í Føroyum - ferðast í Íslandi og Norðurnoregi.

 

”Sonate for sorgfulde hjerter” fagnar lívinum og kærleikan. Sjey samantvinnaðar søgur úr Norði um náttúru, tónleik og ferðir, sum fáa slóðbrótandi týdning.

 

Lisbeth Nebelong er fødd í 1955 og búði trý ár í Havn sum ung. Hon debuteraði í 2003 við ”Når engle spiller Mozart”, í 2008 kom ”Færøblues” , í 2014 ”Møde i mol” og í 2016 komu allar tríggjar skaldsøgurnar út í einum tríverki sum ”Færøe Blues Trilogien”.

 

Tónleikurin hevur sítt fasta pláss í bókum hennara, og framløgan verður eisini kryddað við sangi og guitarspæli frá feðgunum Kristian Holbæk og Óla Holbæk Mortensen, sum hóska til høvið.