Sonni Ragnar og Dundalk eru víðari - Valur uttan føroyingar tapti

Sonni Ragnar Nattestad spældi allan dystin tá Dundalk vann á Newtown í Wales

Talan gjørdist um eitt misjavnt kvøld hjá føroyingunum í evropeisku kappingunum í kvøld. 

 

Sonni Ragnar Nattestad spældi allan dystin í verjuni hjá Dundalk, ið vann 1-0 á Newtown í Europa Conference League undankappingini. Dundalk vunnu fyrra dystin 4-0, og sostatt 5-0 samanlagt.

 

Í øðrum umfarinum í undankappingini møtir Dundalk væntandi Levadia Tallinn, og har áttu teir í Dundalk at havt góðar møguleikar. Levadia Tallinn hevur eina 3-1 leiðslu við sær til Gibraltar, har teir hósdagin skulu spæla móti St. Joseph.

 

Valur tapti í fyrsta undanumfarinum 0-2 á heimavølli fyri kroatiska meistaraliðnum, Dinamo Zagreb sum skoraði tá ein hálvur tími var farin av dystinum, og aftur beint undan dystarloki. Dinamo Zagreb vann heimadystin 3-2, og vann sostatt samlað 5-2. Talan er tó ikki um nakað vánaligt avrik hjá Vali móti einum sera sterkum kroatiskum liði.

 

Tað harmiliga við báðum dystunum er, at hvørki Kaj Leo í Bartalsstovu ella Magnus Egilsson fingu somikið sum ein minutt av spælitíð, og er tað rættiliga langt síðani, at teir fingu nakað av nevniverdari spælitíð. Í Íslandi hava teir eingi eykalið sum spæla kappingar, so hetta merkir, at Kaj Leo og Magnus fáa onga dystarvenjing, og sæð við føroyskum landsliðsbrillum er tað sera keðiligt. Hetta er sjálvandi mest keðiligt fyri føroyingarnar í Vali. 

 

Valur skal nú royna seg í øðrum umfari í Europa Conference League undankappingini. 

 

Gunnar Nielsen og liðfelagarnir í FH spæla á útivølli móti Sligo Rovers í Írlandi sama kvøld sum NSÍ og KÍ fara á vøllin í Europa Conference League undankappingini. FH hevur eina 1-0 leiðslu við sær frá heimadystinum á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfirði.

 

Annars eitur Europa Conference League: "Evrópiska Sambandsdeildinn" á íslendskum. Har verður alt umsett.