Starvsdagurin er ein dagur, har starvssøkjandi, lesandi, og onnur við áhuga, kunnu støkka inn á gólvið og práta við umboð fyri vinnurekandi og stovnar í Tvøroyrar kommunu. Í býnum er nógv vinnuligt virksemi og fleiri almennir stovnar halda til í kommununi.
Ætlanin við degnum er, at fólk skulu kunna hava høvi til at tosa við umboð fyri hesi arbeiðspláss og fáa meiri at vita um hvat tað inniber at arbeiða hesi støð. Á henda hátt fáa áhugaði sett andlit á fyritøkuna ella stovnin og fáa eina betri fatan av, hvørjir møguleikar eru.
Tað er tilætlað at tiltakið verður fyriskipað so seint á árinum, tí hægri lærustovnarnir og skúlarnir hava feriu og eisini kann væntast, at fitt av útisetum eru heima og vitja.
Tiltakið er í dag frá klokan 13 til 16.