Seinnapartin klokkan 16 í morgin bíðar ein spennandi uppgáva hjá Stefani Radosavljevic og liðfeløgunum í Sligo Rovers, ið spælir í bestu írsku fótbóltsdeildini.
Sligo Rovers tekur í einum venjingardysti ímóti Premier League liðnum, Everton á heimavølli.
Everton er risastórur favorittur. Miðaloddsini upp á sigur til Everton eru 1,06, meðan miðaloddsini upp á sigur til Sligo Rovers eru 19,50.
Sligo Rovers er ikki millum írsku liðini, ið kappast í Evropa, og tí er tað gott hjá teimum at sleppa at spæla ein slíkan dyst.
Tey sum síggja rásina Everton TV kunnu síggja dystin millum Sligo Rovers og Everton.