Strømmen tapti og datt niður á fimta plássið

Heri Hjalt Mohr og liðfelagarnir í Strømmen eru trý stig frá oddinum

Heri Hjalt Mohr og liðfelagarnir í Strømmen spældu í dag dyst á útivølli móti Skeid Oslo í triðbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Tá fyrri hálvleikur var komin í helvt legði Skeid seg á odda 1-0, og teir øktu til 2-0 tá seinni hálvleikur var átta minuttir gamal.

 

Mats Lunde hjá Strømmen fekk minkað um munin til 1-2 tá 62 minuttir vóru leiktir, men nærri kom Strømmen ikki.

 

Heri var skiftur út tá 66 minuttir vóru leiktir.

 

Strømmen er nú nummar fimm í bólki 2 í triðbestu deildini við 13 stigum fyri sjey dystir.

 

Tað er tó sera javnt. Fremst eru Kjelsås, Eidsvold og Skeid við 16 stigum hvør, og nummar fýra er Strindheim við 15 stigum.

 

Komandi sunnudag spælir Strømmen á útivølli móti Tromsdalen.