Suðuroyingar fingið nýggjan kommunulækna

Hann tekur við starvinum um ein mánað

Suðuroyingar hava nú fingið nýggjan kommunulækna. Heilsutrygd hevur nevniliga sett Davíð Guðnason í fast starv sum kommunulækna í Suðuroyar læknadømi og hann fer at arbeiða í læknamiðstøðini á Tvøroyri, har hann skal arbeiða fulla tíð.

 

Davíð Guðnason er upprunaliga úr Íslandi, men hevur búð í Føroyum í fleiri ár. Hann hevur konu úr Vági og hann tók læknaprógv í 2014. Hesi seinastu árini hevur hann arbeitt í læknahúsinum í Gundadali, har hann hevur gjørt seg lidnan við útbúgvingina sum kommunulækni.

 

Tað eru fýra kommunulæknastørv í Suðuroy. Frammanundan er ein kommunulækni í føstum starvi í Vági og nú verður so ein afturat í føstum starvi á Tvøroyri. Hini bæði størvini verða røkt av skiftandi avloysarum.