"Svarta einkjan" er deyð

Tað var í 2017, at Chisako Kakehi varð funnin sek og dømd til deyða fyri at hava eitrað og dripið tríggjar menn, eitt nú sín hjúnafelaga

Hon hitti menninar á netinum og læt teir vita, at hon leitaði eftir barnleysum og ríkum monnum

"Svarta einkjan" í Japan. Soleiðis varð hon rópt, og nú er hon deyð.

 

Í 2017 varð hon dømd til deyða í Japan fyri at hava eitrað og soleiðis dripið tríggjar menn.

 

Japansku myndugleikarnir upplýsa nú, at kvinnan er funnin deyð í sínum fongsulskliva.

Navnið á "svørtu einkjuni" er Chisako Kakehi, og nú hon doyði, var hon 78 ára gomul.

 

Tað var í 2017, at hon varð dømd til deyða fyri at hava eitrað og dripið tríggjar menn, eitt nú sín hjúnafelaga.

 

Hon varð eisini ákærd fyri at hava framt drápsroynd móti einum fjórða manni. 

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at Chisako Kakehi eitraði menninar við evninum, cyanid.

 

Sambært útlendskum miðlum varð hon funnin lívleys í sínum fongsulskliva og varð seinni staðfest deyð á sjúkrahúsi.

 

Deyðsorsøkin er ikki kend.

 

Chisako Kakehi hevði eina røð av sambondum við menn, serliga eldri og sjúkar menn.

 

- Hon tryggjaði sær útgjøld burturúr tryggingum, sum menninir høvdu, á tíggjutals milliónir, vita tíðindastovur at siga.

 

Kvinnan hitti menninar á netinum, og her læt hon teir vita, at hon leitaði eftir barnleysum og ríkum monnum.

 

Rættarmálið skakaði Japan, og japanska løgreglan heldur, at talan saktans kann hava verið um fleiri offur enn tey, hon varð dømd fyri.

 

Men, í øðrum møguligum førum eydnaðist ikki ákæruvaldinum at prógva, at Chisako Kakehi hevði fleiri deyðsføll á samvitskuni.

 

 

 

 

 

Hon hitti menninar á netinum og læt teir vita, at hon leitaði eftir barnleysum og ríkum monnum