Tað eydnaðist ikki hjá Jens Marna

Rene Hejdmann úr Helsingør, ið hevur sungið sangir hjá Kim Larsen, vann sangkappingina Stjerneklar á DR

Jens Marni Hansen sang Bryan Adams sangin »Every Thing I Do I Do It for You«, og hóast hann fekk góð ummæli frá dómarunum, so eydnaðist tað honum ikki at vinna kappingina.

 

Tað var René Hejdmann úr Helsingør, sum vann kappingina. Hann hevur tulkað stóru fyrimynd sína, Kim Larsen. Og tað gjørdi hann so væl, at hyggjarar hava kosið hann sum vinnara. 

 

Einki verður sagt um, hvussu tað gekst hinum finalistunum.

 

Jens Marni Hansen sang í innleiðandi umførunum saman við tveimum øðrum, eins og hinir luttakararnir eisini gjørdu. Hyggjarar valdu, at hann skuldi umboða sín bólk í finaluni í kvøld.