Talið av deyðum í Irak er nú komið upp á 92

Sambært keldum kyknaði eldurin í tí partinum av sjúkrahúsinum, sum hevði koronu-sjúklingar liggjandi.

Høvuðsorsøkin til eldsbrunan var, at ein iltfløska sprongdist, siga kendur í heilsuverkinum.

 

 

Eftir at eldur kom í eitt sjúkrahús í býnum Nasiriya í syðra parti av Irak í gjár, ljóðaði skjótt, at 36 fólk høvdu latið lív, men nú stívliga eitt samdøgur eftir, at eldurin kyknaði, er greitt, at talið av deyðum er nógv størri.

 

Ammar Bashar, ein av talsmonnunum fyri heilsumyndugleikarnar í landslutinum, sigur sambært tíðindastovuni DPA, at talið av deyðum í minsta lagi er komið upp á 92, umframt at fleiri enn hundrað onnur hava fingið skaðar.

 

Sagt verður, at eldurin kyknaði í tí partinum av sjúkrahúsinum, sum hevði koronu-sjúklingar liggjandi. Longu í gjárkvøldið, varð stúrt fyri, at talið av deyðum fór at veksa, tí fleiri sjúklingar á deildini vóru saknaðir.

 

Í kvøld verður so sagt, at talið av deyðum nærkast 100, samstundis sum fleiri enn hundrað hava fingið skaðar. Orsøkin til eldin er ikki staðfest, men keldur í heilsuverkinum siga, at tað var ein iltfløska sum sprongdist.

 

 

 

Høvuðsorsøkin til eldsbrunan var, at ein iltfløska sprongdist, siga kendur í heilsuverkinum.