Tey eru ikki fallin í fátt

Nú fara tey undir arbeiðið at endurreisa flokkin – og byrjað verður í Norðoyggjum

Hetta er frá valkvøldinum í Norðurlandahúsinum. Tá sá Sámal Petur í Grund eitt sindur skeptiskur út - men nú hevur hann góðar vónir um eina endurreisn

Nú verður farið undir arbeiðið at endurreisa Sjálvstýri, eftir at flokkurin varð ov stuttur til at fáa umboð á Løgting á valinum í desembur.

 

Tá gjørdu tey greitt, at hóast sessurin hjá Sjálvstýri í Løgtinginum stendur tómur, merkir hetta ikki, at flokkurin er liðugur í politikki. Tey ætlaðu sær nevniliga at endurreisa flokkin og tað var eitt arbeiðið, farast skuldi undir fyrst í ár.

 

Og nú boða tey frá, at farið verður undir arbeiðið at savna inn undirskriftir, so at flokkurin kann stilla upp aftur. Tey byrja í Norðoyggjum, tá ið  Norðoya Sjálvstýrisfelag hevur aðalfund seinni í hesum mánaðinum.

 

Á tí fundinum fáa fólk eisini høvið at vera við til at endurstovna flokkin, soleiðis at Sjálvstýri kann stilla uppaftur til komandi løgtingsval.

 

Sámal Petur í Grund, floksformaður, sigur, at eftir fundin verður farið undir at samla undirskriftir inn, so at flokkurin sleppur at stilla upp. Tey tað krevjast 800 undirskriftir, men tey miða eftir at fáa 900 undirskriftir, fyri at hava nakað at geva av, skuldi onkur av teimum verið ógyldug.

 

Floksformaðurin er sannførdur um, at tað verður eingin sum helst trupulleiki at fáa neyðuga talið á undirskriftum, og so kann flokkurin stilla upp. Sjálvstýri fer at stilla upp á næsta kommunustýrisvali í Havn og í Klaksvík, sum verður í 2024. Og annars fer hann eisini at stilla upp á næsta løgtingsvali, sum verður í seinasta lagi í desembur 2026.

 

Sámal Petur í Grund sigur, at hendan næsta tíðin skal eisini brúkast til at endurskoða stevnuskránna hjá flokkinum og gera hana tíðarhóskandi, so hon skal gjøgnumgangast øll, sum hon er.

 

Hann sigur, at Sjálvstýri skal vera ein landsumfatandi flokkur, men hann ásannar, at tað verður ein serlig avbjóðing at fáa fótafestið í Havnini. Tað eru so nógvar atkvøður í Havnini, at tær eru avgerandi fyri, um ein fokkur fær eitt  kanónval, ella um hann fær eitt vanlukkuval.

 

Men Sámal Petur í Grund sigur, at tey hava fólk í Havn, sum eru áhugað at fara undir arbeiðið, so tað hevur hann góðar vónir um.

 

Tað er brúk fyri Sjálvstýri tí eingin annar flokkur klárar fylla tað tómrúmið, sum nú er í miðjuni í føroyskum politiskki og sum kann vera kittið, sum heldur teimum báðum vengrunum saman, sigur formaðurin í Sjálvstýri.

 

Hann váttar eisini, at útlit eru fyri, at hann sjálvur verður eitt av valevnunum, men hvønn annan, talan kann vera um, er óvist.

 

Hetta er frá valkvøldinum í Norðurlandahúsinum. Tá sá Sámal Petur í Grund eitt sindur skeptiskur út - men nú hevur hann góðar vónir um eina endurreisn