THW Kiel vann fjórða dystin á rað í bundesliguni

Liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel hevur fingið vent gongdini í týsku bundesliguni

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel tóku í dag móti Bergischer í Wunderino høllini í Kiel í dysti í týsku bundesliguni.

 

Fjórða dystin á rað eydnaðist tað Kiel at vinna í bundesliguni, og hava teir fingið vent vánaligu gongdini.

 

Í dag gjørdist talan um trivaligan 39-30 sigur til Kiel, ið var á odda 21-13 í steðginum.

 

Elias skoraði eitt mál upp á tríggjar málroyndir, og hann var eisini noteraður fyri eitt upplegg til mál.

 

Kiel er nummar fimm í bundesliguni við 20 stigum, fimm stig aftanfyri Magdeburg og liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin sum eru fremst við 25 stigum hvør.

 

Füchse Berlin vann fríggjakvøldið 36-30 (18-15) á HSG Wetzlar á útivølli.

 

Füchse Berlin spælir komandi týskvøld klokkan 19.45 dyst móti bosniska liðnum, Izvidac í EHF European League.

 

Komandi mikudag klokkan 17.45 tekur Kiel móti Kolstad í Champions League.