Tað eru í dag júst 10 ár síðani, at Føroyar vunnu 1-0 móti Grikkalandi í Pireus. Av teimum, sum vóru við tá, ganga seks spælarar aftur á liðnum í ár.
Tað eru Viljormur Davidsen, Hallur Hansson, Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson, Teitur M. Gestsson og Odmar Færø. Hartil er Atli Gregersen hjálparvenjari í dag, og Jóan Símun Edmundsson, Klæmint A. Olsen, Sonni Ragnar Nattestad og Gilli Rólantsson eru frávaldir, hóast teir í fullari ferð.
Tað var Jóan Símun Edmundsson, sum skoraði málið á Stadio Georgios Karaiskakis í Piraeus, Grikkalandi. Viljormur Davidsen, Hallur Hansson, Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson og hjálparvenjarin Atli Gregersen byrjaðu inni. Teitur M. Gestsson og Odmar Færø byrjaðu á bonkinum. Odmar Færø kom inn seinastu minuttirnar.
##med2##
Bragdið í Pireus vendi gongdini og stemninginum kring føroyska landsliðið tá. Í dag klokkan 17 spælir føroyska landsliðið í Nations League móti Armenia. Her er eisini brúk at fáa vent gongdini og stemninginum kring landsliðið. So er spurningurin um bragdið í Pireus kann verða ein áminning til føroysku spælararnar um, at nógv ber til í fótbólti.