Tíggju fólk eru deyð í álopi á ukrainskan handil

Í minsta lagi tíggju eru deyð eftir álop á ein stórhandil í býnum Kostjantynivka í eystara parti av Ukraina, sigur ein ráðharri.

Myndir vísa stórar royksúlur stinga seg upp úr einum stórhandili, sum varð raktur av russiskum álopi í ukrainska býnum Kostjantynivka í dag. - Mynd: Ukrainska forsetatíðindastovan Ser/Reuters

Eitt russiskt álop fríggjadagin kravdi tíggju mannalív og í minsta lagi 35 fólk fingu skaða í býnum Kostjantynivka í Donetsk-økinum í eystara parti av Ukraina.

Sambært tíðindastovuni AFP upplýsti innanríkisráðharrin í Ukraina, Igor Klymenko, hetta á boðtænastuni Telegram.

Álopið hendi í morgun og hevði við sær stóran eldsbruna. Tað skrivar Vadym Filashkin, økisstjóri í Donetsk, í einum uppslagi á boðtænastuni Telegram.

Fyrst boðaði Filashkin frá, at talan var um artilleriálop. Men seinni fríggjadagin frættist, at talan var um rakettálop.

Myndir, sum eru lagdar út við innlegginum hjá Filashkin, vísa tjúkkar royksúlur, sum rísa upp úr oyðilagda bygninginum.

Myndugleikarnir arbeiða framvegis á staðnum, sigur innanríkisráðharrin.

Igor Klymenko hevur eisini lagt eina mynd út av sløkkiliðið, sum arbeiðir í oyðimørkini.

Sethús, handlar og yvir einir 10 bilar fingu eisini skaða, skrivar ráðharrin.

Álopið verður hevnt. Tað skrivar forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskij, á Telegram.

- Russland verður ábyrgd av hesum yvirgangi, skrivar hann sambært AFP.

Álopið hendir á fjórða degi av eini stórari ukrainskari innrási tvørtur um markið til vestara parti av Kursk-økinum í Russlandi.

Russiski herurin hevur ræðið á stórum pørtum av Donetsk-økinum. Økini, sum Ukraina situr á, eru javnan undir álopum, skrivar Reuters.

Sambært tíðindastovuni AFP liggur býurin Kostjantynivka umleið 13 kilometrar frá har russiski herurin er.

Álopið hendir ein dag eftir, at tvey sivilfólk vórðu dripin í sama býi. Tað sæst av dagligu dagføringunum hjá innanríkisráðharranum.

Russiska stjórnin segði í 2022, at hon hevði tikið Donetsk, hóast Russland ikki hevði fult ræði á eystara parti av ukrainska økinum.

Meira enn eitt hálvt ár seinni eru enn bardagar í økinum.

 

/ritzau/Reuters

 

Myndir vísa stórar royksúlur stinga seg upp úr einum stórhandili, sum varð raktur av russiskum álopi í ukrainska býnum Kostjantynivka í dag. - Mynd: Ukrainska forsetatíðindastovan Ser/Reuters