Tikin fyri rúsdrekkakoyring á Viðareiði

Tað hevur verið ein stak friðarlig nátt hjá løgregluni, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

 

Ferðslukanningar vórðu gjørdar í Streymoy, Eysturoy og í Norðoyggjum, og tað sá alt væl út, líka til klokkan fýra í nátt, tá løgreglan steðgaði einum bilførari á Viðareiði. Tað vísti seg, at hann var ávirkaður av rúsdrekka, so hann varð handtikin og skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

Í Havn var løgreglan runt á skeinkistøðum og kannaði viðurskiftini, men har var alt í fínasta lagi, sigur vaktleiðarin.