Aftur í ár hava nógvar barnafamiljur trupult við at fáa endarnar at røkka saman upp til jóltíðir. Tað sæst á talinum av umsóknum at fáa jólahjálp frá Barnabata.
Í ár komu 342 umsóknir inn áðrenn umsóknarfreistina, og av hesum fingu 325 familjur játtað jólahjálp.
Barnabati letur 1,2 mió krónur og Reyði Krossur Føroya 400.000 krónur til jólahjálpina.
Familjur fáa 1.500 krónur hvør, umframt 500 krónur pr. barn.
Av hesum 325 familjunum eru tað 714 børn, sum hava fingið jólahjálp í ár. Av teimum 325 eru 229 stakir uppihaldarar og 96 pør.
– Barnatalið er lægri í ár enn í fjør. Vit hava ikki greinað tað ordiligt enn, men vit hava umhugsað, hvussu tað ber til, sigur Turið Horn, sum er nevndarlimur í Barnabata, men vísir á, at tað ikki merkir, at støðan er batna.
– Nógvir faktorarar kunnu gera seg galdandi. Ein er, at tað eru fleiri felagsskapir sum hjálpa. Samkomur gera eitt veldugt arbeiði eisini. Lønarhækkanin, sum nógv hava fingið, ger kanska eisini mun, sigur hon og heldur fram:
– Vit hava lagt merki til, at tað eru nógv fleiri kvinnur, altso stakar mammur. Eg veit ikki, um tað er rollufordeilingin í okkara samfelag, sum ger tað, at kvinnur eru skjótari til at biðja um hjálp enn menn, sigur Turið Horn.
Eigur at fáa øll at ressast
Barnabati er ein politiskt óheftur felagsskapur, men Turið Horn hevur sjálv nakrar stúranir um gongdina, nú so nógvar familjur stríðast fíggjarliga og hava tørv á hjálp.
– Mín allarstørsta stúran er gerandisdagurin hjá hesum børnunum. Ikki bara nú um jólini, men eisini restina av árinum, sigur hon.
– Alt hetta prátið um børn í fátækravága kemur fram um jólini, men aftaná jólini, so heldur støðan jú fram. Tað mugu vit minnast til. Øll børn hava fortjent at vera glað og eydnusom, sigur Turið Horn og vísir á, at man má hugsa um støðuna hjá sperdu barnafamiljunum alt árið og ikki bara á jólum.
– Hesi 714 børnini eru jú skrásett í fátækravága. Og tað eigur at fáa øll at ressast. Øll, sum hava eitt sindur av ábyrgd, áttu at reagerað, sigur Turið Horn, sum roknar við, at veruliga talið er nakað hægri enn 714, ið bara fevnir um tey skrásettu.
– Tað er óalmindiliga týdningarmikið, at tey, sum kunnu gera nakað við støðuna, tey gera nakað nú. Hetta eru jú børn sum eru í fátækravága. Tey eru í vanda fyri ikki at fáa eina vanliga tilveru, og tað kann ávirka tey alt lívið, sigur hon.
Grein úr Sosialinum