TikTok fær níggju mánaðir at selja amerikonsku deildina

Senatið í USA hevur góðkent eitt forboð ímóti TikTok, um ikki kinesiski eigarin selur amerikonsku deildina av sosiala miðlinum.

 

Lógin varð samtykt seint í gjárkvøldið í USA, tá Senatið eisini samtykti fíggjarligan stuðul til Ukraina, Ísrael og Taiwan.

– Ein meiriluti av amerikonsku politikarunum eru stúrin fyri, at TikTok deilir privatar dátur við kinesiska statin.

TikTok hevur víst hesum aftur.

BytaDance, sum eigur TikTok, hevur nú níggju mánaðir at selja amerikonsku deildina, til forboðið kemur í gildi.

Felagið hevur enn ikki gjørt viðmerkingar til samtyktina, men TikTok segði um vikuskiftið eftir øllum at døma starvsfólkum sínum, at felagið fer at royna at fáa lógina umstoytta.

/ritzau/Reuters