Tistil vann trivaligan sigur

Barnaróður 5-mannafør gentur: Næst eftir óføru genturnar av Tvøroyri vóru tríggir bátar hjá Havnar Róðrarfelag

Fyrsta sigurin í kappróðrinum á norðoyastevnu, sum varð útsettur fyri knøppum tveimum mánaðum síðani, vann Tistil hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag.

 

Tistil vann fyrstu FM kappinga, sum var á fjarðastevnu á Skálafjørðinum. Síðani hevur Tistil verið tríggjar ferðir nummar trý og einaferð nummar tvey. Tað var á varmakeldu fyri tveimum vikum síðani.

 

Sigurin í dag var lutfalsliga greiður, tí Tistil kom á mál tvey sekund ella eina lítla bátslongd frammanfyri Drekan. Havnar Róðrarfelag eigur Drekan, og Havnar Róðrarfelag eigur eisini teir báðar bátarnar, sum vóru nummar trý og fýra – Ingibjørg og Sílið.

 

Í Miðvági fyri einari viku síðani var Sævarmoy hjá Klaksvíkar Róðrarfelag fremst. Í dag endaði Sævarmoy á sætta plássi. Frammanfyri hana var Svalan úr Vestmanna.

 

 

 

1Tistil03:06.30700
2Drekin03:08.30600
3Ingibjørg03:09.20500
4Sílið03:10.01400
5Svalan03:15.32300
6Sævarmoy03:16.13200
7Leikalind03:18.31100
8Spógvin03:21.17000
9Blikur03:24.11000
10Súlan03:25.01000