Tjóðleikhúsið verður ikki bygt á Eystaru bryggju

Havnarnevndi hjá Tórshavnar kommunu hevur í morgun samtykt ikki at gera leigusáttmála um tjóðleikhús á havnarøkinum

Tað er eftir tilmæli frá havnarmeistaranum, at havnarnevndin hjá Tórshavnar kommunu í morgun samtykti ikki at gera leigusáttmála um øki til tjóðleikhús á Eystaru Bryggju í Havn, soleiðis sum ætlanin annars hevur verið.

Spurdur hví hann hevur gjørt hetta tilmæli, sigur stjórin í Tórshavnar havn, Hanus Mikkelsen, at tað er av teirri einfaldu orsøk, at hann metir ikki, at pláss er fyri at brúka 8.000 fermetrar av havnarøkinum til tjóðleikhús, tí at tað fer at gera arbeiðsumstøðurnar í Tórshavnar havn verri, og tað fer at gera ein part av íløgunum, sum eru gjørdar í Tórshavnar havn virðisleysar.

Tað er í síðsta enda Tórshavnar býráð, sum tekur avgerð í málinum, men vanliga verða avgerðir hjá havnarnevndini fylgdar.

Meira verður um málið seinni.