Tøknifrøði loysir veðurlagskreuppuna, ikki samtyktir

Jú ríkari eitt samfelag verður, tess betri gongur tað hjá fólkinum og umhvørvinum. Og tess skjótari og fyrr kunnu tey kopla teirra framleiðslu frá CO2-útláti. Amboð sum kapping og útlátshandil kunnu verða íblástur og eggjan til umhvørvisvernd, sum ikki reiðiliga letur seg gera við samtyktum og kunngerðum.

 

 

 

Stríðið ímóti veðurlagsbroytingum er vorðið til eitt stríð um lagaligari orkukeldur, uttan at ríkiliga góð alternativ eru til taks.

 

 

 

4/5 partar av allari orkunýtsluni hava sera leingi verið frá fossilum orkukeldum.

 

 

 

Heimurin fer ikki um stutta tíð at koyra uppá ravmagn (elektrisitet), tí tørvur er á hóskandi tøknifrøði, ið kann slúka allan orkutørvin, sum ravmagnsneti skal kunna veita.

 

 

 

Okkum tørva nýtiligt goymslutøkni, ið kann kann tryggja orkuna frá óstøðugu vindorkuni, og harvið eisini eitt støðugt streymnet.

 

 

 

Við kjarnorku hevði borið til at fingið eina álítandi orkukeldu.

 

 

 

Kunngerðir og samtyktir tryggja ikki ta neyðugu orkukollveltingina, fyri at tálma veðurlagsbroytingunum á fullgóðan hátt.

 

 

 

Kjarnusamanbræðing, vetnistøkni, ílegugransking, nútímans kjarnorka, streymgoymsla, og aðrar møguleikar ið tøknifrøði kann veita, kunnu veita álítandi orkukeldur og tálma veðurlagsbroytingunum.

 

 

 

Á hendan hátt tryggjar ein sær, at veðurlagsbroytingarnar verða tálmaðar, at búskapurin hevur møguleika at nørast, samstundis sum vit tryggja orkusjálvbjargni til vinnulívið og húsarhaldini í Føroyum.

 

 

 

 

 

Við framburðs- og tjóðskaparkvøðu

 

Øssur Patursson