Tríggir koyrdu um reytt ljós og fingu bót og klipp

Í gjár var løgreglan norðan fyri og kannaði, um bilførarar virða ljósskipanina, sum er í samband við gomlu tunlarnar Norður um Fjall.

Í gjár fór løgreglan Norður um Fjall, har stórt tunnilsarbeiði hevur verið í gongd leingi, at gera kanningar fyri at vita, um bilførarar virða ljósskipanina.

 

Her vísti tað seg, at tríggir bilførarar høvdu so mikið ringa tíð, at teir ikki vildu bíða eftir grønum ljósi, men valdu at koyra, meðan reyða ljósið lýsti.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at slík brot á ferðslureglurnar geva eina bót og klipp í koyrikortið.

 

Løgreglan heldur annars, at ljósskipanin, sum er um hesar leiðir, hevur virkað rímiliga væl, síðan hon varð sett upp.