Trump er komin til rættin um hyssj-pengar

Fyrrverandi forsetin í USA er komin til søguliga rættarmál um hyss-pengar til eina porno sjónleikarinnu

Fyrrverandi forsetin í USA, Donald Trump, er í dag komin til rættarbygningin í New York, har hann skal fyri rættin ákærdur fyri roknskaparsjusk í sambandi við útgjalding av pengum til pornosjónleikarinnuna Stormy Daniels. - Foto: Adam Gray/Ritzau Scanpix

Fyrrverandi forsetin í USA, Donald Trump, er í dag komin til rættarbygningin í New York, har hann skal fyri rættin, ákærdur fyri roknskaparsjusk í sambandi við útgjalding av hýssj-pengum til porno sjónleikarinnuna Stormy Daniels.

77 ára gamli Trump er tann fyrsti fyrrverandi amerikanski forsetin, sum er ákærdur í einum málið um brotsverk.

Tveir av trimum skrásettum veljarum í USA halda, at ákærurnar ímóti fyrrverandi forsetan tyngja hann álvarsliga í valstríðnum, sum stendur fyri framman.

Rættarmálið ímóti Trump, sum byrjar í New York í dag, er fyrsta av fýra rættarmálum, sum republikanska forsetavalevni stendur fyri.

Pornosjónleikarinnan Stormy Daniels fekk sambært ákærunum pengar fyri at tiga um eitt kynsligt samband við Trump fyri forsetavalið í 2016.

/ritzau/Reuters