Tummas Lervig: Hetta verður fantastiskt (FM1)

(FM1) FM1 sigur beinleiðis frá fótbólti í fýra tímar í kvøld. Hoyr samrøðu við KÍ-formannin

Mynd: Petur Asbjørn Lervig

##med2##

 

- Hetta verður fantastiskt at spæla heimadyst í Klaksvík frammanfyri 900 áskoðarum. Orðini eigur KÍ-formaðurin, Tummas Lervig um søguliga dystin, tann fyrsta evropeiska dystin hjá KÍ á egnum heimavølli við Djúpumýru í Klaksvík. 

 

KÍ tekur klokkan 20 móti lettlendska liðnum, RFS á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík í Europa Conference League undankappingini. Talan er um fyrsta evropeiska dystin KÍ spælir á egnum heimavølli. KÍ vann fyrra dystin í Riga 3-2. Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á  www.fm1.fo

 

 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig, ið fer at siga frá NSÍ-Honka á FM1 klokkan 18 gjørdi við Tummas Lervig. Í samrøðuni greiðir Tummas Lervig frá spennandi nýggju umstøðunum í Klaksvík og vónirnar hann hevur fyri, at KÍ kann vinna seg víðari í kappingini.

 

 

 

 

 

Mynd: Petur Asbjørn Lervig

Samrøða við Tummas Lervig undan dystinum móti RFS

Samrøða við Tummas Lervig undan dystinum móti RFS