Tvær føroyingauppgerðir og staðfest niðurflyting til Niklas og Skovbakken

Øll seks føroyingaliðini í næstbestu donsku hondbóltsdeildini vóru í leiki í dag

Niklas Højgaard Hanusarson, Høgni Zachariassen og liðfelagarnir í Skovbakken mugu tungu leiðina niður í triðbestu donsku hondbóltsdeildina.

 

Í dag tapti Skovbakken níggjunda dystin á rað. Í dag taptu teir stórt 23-36 (9-19) fyri næstfremsta liðnum í deildini, Midtjylland.

 

Skovbakken er næstaftast í deildini við 10 stigum, og við bert tveimum dystum eftir kunnu teir ikki røkka Odense á fjórðaftasta plássinum.

 

Niklas skoraði trý mál fyri Skovbakken í dag. 

 

HØJ við Róa Berg Hansen á liðnum, men uttan landsliðsmálverjan, Paula Jacobsen spældi í dag javnleik 33-33 móti Tønder á heimavølli. Ólukkutíð javnaði Anthon Filtenborg fyri Tønder í teimum allarseinastu sekundunum. Í steðginum var Tønder á odda 18-17.

 

HØJ er triðfremst í deildini við 36 stigum. HØJ hevur trý stig upp til oddaliðið, Grindsted sum hevur 39 stig. Bert tveir dystir eru eftir at leika, so tað verður torført hjá HØJ at røkka fyrsta plássinum, ið gevur beinleiðis uppflyting til bestu deildina.

 

Rói skoraði tvey mál fyri HØJ.

 

Í Skærings-høllini í Aarhus tóku Peter Krogh, Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í Aarhus HC móti Leivi Mortensen, Janusi og Jónasi Djurhuus og liðfeløgunum í FIF. 

 

Aarhus vann stórsigur 33-20. Í steðginum var Aarhus á odda 14-9.

 

Aarhus er nummar seks í deildini við 32 stigum. FIF er nummar átta við 18 stigum.

 

Peter Krogh skoraði eitt mál fyri Aarhus. Jónas skoraði fýra mál, og Janus og Leivur skoraðu hvør sítt mál fyri FIF.

 

Í Køge tóku Julian J. Kragesteen og liðfelagarnir í Køge móti Paula Mittún og liðfeløgunum í Team Sydhavsøerne.

 

Suðuroyggjamenn vunnu dystin 30-25. Í steðginum vóru suðuroyggjamenn bert á odda 13-12.

 

Pauli var toppskjútti hjá Team Sydhavsøerne við sjey málum. Julian skoraði eitt mál fyri Køge.

 

Team Sydhavsøerne er nummar fimm í deildini við 33 stigum. Køge er aftast í deildini við seks stigum, og tað er longu staðfest fyri nøkrum vikum síðani, at teir flyta niður í triðbestu deildina.

 

Støðan:

 

NummarLiðDystirStig
1Grindsted   2439
2HC Midtjylland    2438
3HØJ 2436
4Skive    2434
5Team Sydhavsøerne  2433
6Aarhus HC    2432
7Tønder  2430
8FIF 2418
9Rækker Mølle  2418
10Odder  2417
11HC Odense2415
12Skovbakken2410
13Vendsyssel2410
14Køge 246