Tvey føroyingalið eru fremst í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Liðið hjá Paula Mittún og liðið hjá Paula Jacobsen og Róa Berg Hansen vunnu sínar dystir í kvøld

Trý føroyingalið vóru í eldinum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld.

 

Pauli Mittún (myndin) og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne vunnu 38-33 á HC Odense á útivølli. Í steðginum vóru Pauli og liðfelagarnir á odda 19-17.

 

Pauli skoraði fimm mál og gjørdist saman við Lasse Højgaard næstbesti málskjúttin hjá Team Sydhavsøerne. Toppskjútti gjørdist Lasse Hamann Boeriths við níggju málum.

 

Føroyski landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen og Rói Berg Hansen vunnu saman við liðfeløgunum í HØJ 34-28 á Vendsyssel á útivølli. Í steðginum var Vendsyssel á odda 15-14.

 

Rói skoraði tvey mál.

 

Jónas G. Djurhuus, Leivur Mortensen og liðfelagarnir í FIF taptu stórt 24-34 fyri Odder á útivølli. Í steðginum var støðan javnleikur 13-13, men í seinna hálvleiki lá illa fyri hjá FIF.

 

Jónas skoraði tvey mál.

 

Team Sydhavsøerne og HØJ eru fremst í deildini við fimm stigum hvør. FIF er triðaftast við bert einum stigi.