U15: Hesir skulu við til Albania

Jógvan Martin Olsen hevur úttikið 18 spælarar til UEFA menningarkappingina, sum verður í Albania í næstu viku

U15 hópurin, sum fyrr í ár tók lut í EfB Elite Cup í Esbjerg - Mynd: www.FSF.fo

Jógvan Martin Olsen hevur úttikið 18 spælarar til UEFA menningarkappingina, sum verður í Albania í næstu viku. Mótstøðulondini vera Albania, San Marino og Bosnia-Hersigovina, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Tríggir dystir eru á skránni, tá U15-landsliðið við dreingjum mánamorgunin fer avstað til Tirana í Albania, har UEFA menningarkapping er á skránni næstu dagarnar. Umframt Føroyar og vertslandið, vera San Marino og Bosnia-Hersigovina eisini við í kappingini.

 

Jógvan Martin Olsen er venjari hjá U15 dreingjunum, og saman við hjálparvenjaranum, Jens Eriki Rasmussen, hevur hann úttikið 18 spælarar til kappingina.

 

Hesaferð eru B36 og Víkingur best umboðað á U15-landsliðnum við dreingjum við ávikavist fimm og fýra spælarum. Tríggir eru úr KÍ, tveir úr EB/Streymi, meðan 07 Vestur, HB, Skála, umframt Hvidovre IF úr Danmark hava ein spælara í hópinum.

 

Hópurin:

 

Sámal Nolsøe, 07 Vestur

 

Carl Christian Codron, B36

 

Tóki Bárðarson Dahl, B36

 

Mattias Høgnason Viderø, B36

 

Sveinur Høgnason Vesturdal, B36

 

Filip Bendix Laursen, B36

 

Ísak Peturson Olsen, EB/Streymur

 

Marius Jónsson, EB/Streymur

 

Jónas Fossabrúgv, HB

 

William Hansen, Hvidovre IF (Danmark)

 

Emil Poulsson Linklett, KÍ

 

Andrew Poulsen, KÍ

 

Markus í Mittúni, KÍ

 

Elias Justinus Begerau, Skála

 

Rósing Sverrason Toyt, Víkingur

 

Pætur Sigurdsson Højgaard, Víkingur

 

Emil Ludvig, Víkingur

 

Boas á Reynatrøð, Víkingur

 

Dystaskráin:

 

Mikudagin 23. okt. Albania – Føroyar

 

Fríggjadagin 25. okt. Bosnia-Hersigovina – Føroyar

 

Mánadagin 28. okt. Føroyar – San Marino

 

U15 hópurin, sum fyrr í ár tók lut í EfB Elite Cup í Esbjerg - Mynd: www.FSF.fo