Hátíðarhald í nýggja Langhylinum í Gundadali

Mánadagin 28. oktober verður hátíðarhald í Gundadali í sambandi við, at nýggi Langhylurin er liðugur. Tiltakið byrjar klokkan 16, og á skránni er m.a. tónleikur og røður.

Aftaná bjóðar kommunan ein drekkamunn í Gundadalsstovuni í Langhylinum, har høvi eisini er at bera fram eina heilsan.

 

Fyrsta skotið til langhylin var latið av í februar 2021, og er talan um eina sera umfatandi verkætlan. Langhylurin hevur 10 geilar á 50 metrar og rúmar 600 áskoðarum. Eisini er vælveruøki við hitarumi, gosbað og annað.

 

Langhylurin í Gundadali letur upp fyri almennari svimjing týsdagin 5. november.