Í morgin klokkan 11 spæla Føroyar og Kekkia bólkafinalu í bólki K í niðara bólkaspælinum í EM-endaspælinum fyri U20 manslandslið í Slovenia.
Bæði Føroyar og Kekkia hava vunnið á Ísrael og Ukraina.
Føroyar eru greiðir favorittar hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á sigur til Føroyar liggja millum 1,17 og 1,24.
Oddsini upp á sigur til Kekkia liggja millum 5,20 og 5,99.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 10,00 og 14,00.
HER eru oddsini:
##med2##