U21-landsliðsspælari til Víking

Betri deildin menn: Jørgen Nielsen og Víkingur hava gjørt ein tvey ára sáttmála

Mynd: (Víkingur) Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi, og Jørgen Nielsen

U21-landsliðsspælarin, Jørgen Nielsen, hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við Víking. Tað boðar felagið frá í kvøld.

 

- Glyvramaðurin, sum seinasta árið hevur spælt við B68, er framrættaður spælari. Jørgen er 20 ára gamal og hevur spælt 60 dystir í Betri deildini og skora 10 mál. Afturat tí hevur Jørgen eisini spælt 23 U-landsdystir, har hann hevur skorað sjey mál, skrivar Víkingur.

 

Við fimm málum á U21-landsliðnum hevur Jørgen Nielsen tangerað metið hjá Stefani Radosavljevic. Jørgen Nielsen er upprunaliga úr NSÍ, men skifti í ár til B68.

 

Mynd: (Víkingur) Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi, og Jørgen Nielsen