Ukraina framt álop á russiskan hernaðarflogvøll á Krim

- Í dag eydnaðist tað herinum hjá okkum at raka eina týdningarmikla støð á hersettu oynni, Krim, sigur ukrainski forsetin.

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, í lættari práti við Nato-aðalskrivaran, Jens Stoltenberg.

Fyrrapartin vistu ukrainskir miðlar at siga, at ukrainski herurin saman við fregnartænastuni hevði framt dronuálop á russisku flogstøðina Dzhankoi á Krim.

 

Tað var annars longu í 2014, at Russland tók Krim-hálvoynna frá Ukraina.

 

Í kvøld váttaði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, álopið, og hetta gjørdi hann í einari video-røðu á ES-toppfundinum í Brüssel.

 

- Í dag eydnaðist tað herinum hjá okkum at raka eina týdningarmikla hernaðarstøð á hersettu oynni, Krim, kundi forsetin greiða frá.

 

Forsetin legði aftrat, at takkað verið oyðileggingum av russiskari útgerð á støðini kunnu ukrainsk herfólk kenna seg tryggari á hermótinum har suðuri í Ukraina í løtuni.

 

Tað var annars longu tíðliga í morgun, at russiskar telegram-støðir byrjaðu at siga frá ógvusligum spreingingum í Dzhankoi á Krim.

 

Upptøkur vóru eisini at síggja á sosialum miðlum, men hvørki ukrainskir ella russiskir myndugleikar høvdu tá sagt nakað um hesar spreingingar.

 

Í kvøld hevur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sambært fleiri útlendskum miðlum váttað, at støðin hjá russum í Dzhankoi er rakt í dronu-álopum í morgun.

 

##med2##

 

 

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, í lættari práti við Nato-aðalskrivaran, Jens Stoltenberg.

Á kortinum sæst, hvar Dzhankoi á Krim er.