Um at peika á ein forsætisráðharra

Tað hevur verið eitt kjak í valstríðnum um, hvørt tað er rætt ella rímiligt at føroysku umboðini brúka sína atkvøðu á fólkating til at fáa ávirkan. Tá ið tað hevur staðið á jøvnum millum bláa og reyða blokk í Danmark, hava føroysku fólkatingslimirnir fyrr verið avgerandi.

 

Vanliga sært tú, at samríkjaflokkarnir - Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin - ikki siga seg vilja brúka sessin til at fáa ávirkan, men siga seg heldur treytaleyst stuðla ávikavist Sosialdemokratiet ella Venstre, og at alt annað er at blanda seg ov nógv í innanríkis viðurskifti. Á hinari síðuni sært tú fullveldisflokkarnar siga, at teir fara at brúka mandátið til at vinna nakað afturfyri.

 

Tað kann geva eina skeiva mynd av, at sambandsflokkarnir ikki blanda seg uppí danskan innanríkispolitikk, meðan fullveldisflokkarnir gjarna vilja blanda seg.

 

Men veruleikin er ein annar. Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin eru ein integreraður partur av donsku politisku skipanini. Teir samstarva sera tætt við teirra donsku systurflokkar, og Venstre og Sosialdemokratiet taka sum givið, at ein fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin er ein náttúruligur partur av atkvøðugrundarlagnum hjá teimum. Tað er eisini tí at flokkarnir í Danmark eru sinnaðir at lata nógvar milliónir til Føroyar meðan teir sita í stjórn, fyri at tryggja at hesir somu flokkarnir í Føroyum fáa góða undirtøku til næsta val.

 

Tað er av somu orsøk at tú sær flokkarnir púra ósmæðið føra valstríð í Føroyum. Seinasta valstríð var Lars Løkke Rasmussen, táverandi forsætisráðharri, á vitjan hjá Sambandsflokkinum meðan valstríðið var í hæddini. Hesaferð er tað so tingbólkaformaðurin hjá Venstre, Thomas Danielsen, sum kemur til Føroyar við einum sjarmuoffensivið, sum skal tryggja Sambandsflokkin tann eina sessin.

 

Javnaðarflokkurin er ikki líka ósmæðin um, hvussu tætt tilknýti hann hevur til systurflokkin í Danmark, men teir hava fingið valstríðið at snúgva seg um, at mann skal atkvøða fyri Javnaðarflokkin, um mann vil síggja eina reyða stjórn við Mette Frederiksen á odda, halda fram í Danmark. Í grundini blanda samríkjaflokkarnir seg nógv meira uppí danskan innanríkispolitikk enn fullveldisflokkarnir.

 

Munurin er bara, at stuðulin hjá Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum byggir á vælvild. Mann kunngerð sín stuðul áðrenn samráðingarnar byrja, og fær okkurt lítið afturfyri, tá ið valdið er tryggjað. Síðani kann mann senda tíðindaskriv um at hesi viðurskiftini eru komin uppá pláss aftaná drúgvar samráðingar, og kroysta tankan í knokkin á føroyingum, at tað eru "semjusøkjandi tíðir í ríkisfelagsskapinum".

 

Fullveldisflokkarnir siga, at teir ikki stuðla treytaleyst, men lata stuðulin til tann, sum kann hjálpa Føroyum við at byggja land. At flyta ábyrgdina til Føroyingar. At geva okkum aftur, tað ið er okkara og at syrgja fyri, at vit fáa størri sjálvræði.

 

Tað merkir stuðulin hjá samríkjaflokkunum byggir á vælvild og loyalitet, meðan stuðulin hjá hinum flokkunum byggir á eitt ítøkiligt býti - eina atkvøðu fyri nøkur ítøkilig lyfti.

 

Allir flokkar sum stilla upp til fólkatingsval hava ávirkan á politisku skipanina í Danmark - antin beinleiðis ella óbeinleiðis. Tað haldi eg eisini er serstakliga óheppið. Tað er eisini tí at eg taki undir við at avtaka hesir sessir í síðsta enda.

 

Men at billa sær inn at tað eru bert nakrir flokkar, ið ynskja at brúka sessin til at ávirka, er villleiðandi og skeivt. Munurin er bara hvussu mann ger tað, og hvussu erligur mann er um tað.

 

Bjarni Kárason Petersen,

Fólkatingsvalevni fyri Framsókn