Ungarn fylgir Noregi til OL-endaspælið í París

Tað eydnaðist ungarsku vertunum at knógva annað plássið í OL-undankappingarbólki 3

Mynd: IHF

Farnu dagarnar eru teir tríggir OL-undankappingarbólkarnir í manshondbólti avgreiddir.

 

Noreg, Ungarn, Portugal og Tunesia hava kappast í Tatabánya í Ungarn.

 

Noreg tryggjaði sær fyrsta plássið við fullum stigatali.

 

Sunnukvøldið var finalan um annað pláss leikt, har Ungarn og Portugal møttust.

 

Tað eydnaðist ungarsku vertunum at knógva annað plássið við einum 30-27 (16-16) sigri.

 

Noreg og Ungarn fara saman við Kroatia og Týsklandi í undankappingarbólki 2, og Spania og Slovenia í undankappingarbólki 1 at kappast í OL-endaspælinum í París.

 

Her eru úrslitini í OL-undankappingarbólki 3:

 

14. mars:

Noreg – Portugal 32:29 (18:13).

Ungarn – Tunesia 33:24 (17:10).

16. mars:

Portugal – Tunesia 37:29 (18:12).

Noreg – Ungarn 29:25 (16:13).

17. mars:

Tunesia – Noreg 24:41 (12:20).

Ungarn – Portugal 30:27 (16:16).

 


Endaliga støðan:

 

Noreg*3300102:786
Ungarn*320188:804
Portugal310287:912
Tunesia300377:1110

Mynd: IHF