Útigudstænasta á ovaravølli í Gundadali kl 11

Eins og undanfarin ár, skipa kirkjurnar í Suðurstreymi fyri útigudstænastu á ovara vølli í dag, 2. hvítusunnudag, klokkan 11.00.

Prestarnir í Suðurstreymi luttaka við lestri, prædiku og bøn, Havnar Hornorkestur og GHM spæla undir til sálmarnar, og søga verður fyri børnunum.

 

– Eftir gudstænastuna eru øll boðin til drekkamunn í Badmintonhøllini. Okkurt gott verður eisini til børnini, skrivar Fólkakirkjan.