Í løtuni er bara eitt ísfiskalínuskip til fiskiskap, og teir koma inn at landa mánadagin. Skipið hevur mest av blálongu, toski og svartkalva.
- Vit rokna við, at okkurt annað ísfiskalínuskip loysir í næstum, siga tey á Fiskamarknaði Føroya, sum hava gjørt sínar metingar um tilfeingið í næstu viku.
Trý frystilínuskip fiska í íslendskum sjógvi, tvey eru á Føroyabanka, og fimm eru á ytri leið undir Føroyum.
Um útlitini til útróður, verður sagt, at streymurin harðnar, sum næsta vika gongur, og veðurforsøgnin er einki serlig.
- Tí vænta vit ikki, at tað verður nakar serligur útróður í næstu viku.
Lagt verður aftrat, at útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og nakað av toski. Sagt verður annars um útróðrarbátarnar, at teir nú hava brúkiligan fiskiskap.