Valur skoraði 40 mál móti botnliðnum

Silja A. Müller og liðfelagarnir vunnu ein knúsandi stórsigur á Gróttu

Føroyski málverjin, Silja A. Müller og liðfelagarnir í Vali spældu í kvøld dyst á heimavølli í bestu íslendsku hondbóltsdeildini móti botnliðnum, Grótta.

 

Valur vann ein knúsandi 40-21 stórsigur. Í steðginum var løst og liðugt, tí tá var Valur frammanfyri 23-9.

 

Hafdís Renötudóttir vardi málið hjá Vali størsta partin av dystinum. Silja slapp tó at verja málið ein part av dystinum, og var hon noterað fyri tríggjar bjargingar.

 

Valur er greitt oddalið við 24 stigum fyri 13 dystir. Fram og Haukar hava 18 stig á ávikavist øðrum og triðja plássinum. 

 

Komandi dystur hjá Vali verður á útivølli móti Stjörnuni. Hann verður leiktur fríggjakvøldið 31. januar.