Valur tapti á útivølli

Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali fingu eina keðiliga upptakt til fyrru fjórðingsfinaluna í European Cup

Landsliðsleikarin, Allan Norðberg og liðfelagarnir hjá nýklaktu íslendsku steypavinnarunum, Vali spældu í kvøld dyst á útivølli á Hafnarfirði móti Haukum.

 

Haukar vunnu dystin 28-26. Í steðginum var heimaliðið frammanfyri 15-13.

 

Allan skoraði tvey mál í dystinum.

 

Fyri Val var talan um eina heldur keðiliga upptakt til fyrru fjórðingsfinaluna í European Cup.

 

Valur skal nú ferðast til rumenska høvuðsstaðin fyri at spæla fyrru uppgerðina móti rumenska stórliðnum, Dinamo Bukarest. 

 

Dysturin verður leiktur sunnudagin klokkan 17. Returdysturin verður leiktur í Reykjavík páskaaftan 30. mars klokkan 18.

 

Í bestu íslendsku deildini er Valur nummar tvey við 30 stigum. Teir eru trý stig aftanfyri oddaliðið, FH og fimm stig frammanfyri nummar trý, Afturelding.

 

Valur hevur tryggjað sær pláss í endaspælinum fyri langari tíð síðani. Valur hevur fýra dystir eftir at leika í grundspælinum.