Í kvøld spældu landsliðsleikarin, Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali dyst á heimavølli í bestu íslendsku hondbóltsdeildini móti ÍBV.
Tað eydnaðist Vali í einum málríkum dysti at vinna 33-30. Í fyrra hálvleiki var tað tó útiliðið, ið var omaná. Í steðginum var ÍBV á odda 17-15.
Talan var um sætta sigurin á rað hjá Vali í bestu íslendsku deildini.
Við báðum sigrinum móti Metalplastika úr Serbia í European Cup áttandapartsfinalunum, hevur Valur vunnið átta dystir á rað.
Valur er næstfremst í deildini við 30 stigum, bert eitt stig aftanfyri oddaliðið, FH sum hevur 31 stig.
Allan skoraði tvey mál fyri Val í kvøld.