Tað er Hanna Jensen, tingkvinna úr Framsókn, sum hevur sett Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum ein grein 52a fyrispurning um málið.
Tingkvinnan spyr soleiðis:
1. Er ætlanin at seta útbúgving í gongd aftur at útbúgva fólk til at undirvísa í føroyskum sum annaðmál?
2. Um ja, hvussu verður útbúgvingin skipað, og nær væntast hon at byrja?
Í viðmerking til spurningin vísir Hanna Jensen á, at tað er væl kent, at stór tilflyting er og hevur verið til Føroya nú í rúma tíð. Fólk úr nærum øllum heiminum koma higar at arbeiða og búgva, og tað gevur okkum nýggjar uppgávur at loysa sum land, kommunur, stovnar og vinnulív.
– Ein týdningarmikil partur av eini væleydnaðari integratión (samlaging) er, at tilflytarar læra føroyskt væl og virðiliga.
– Tí varð útbúgving í tíðarskeiðinum 2019 -2023 fyrireikað og framd á Fróðskaparsetri Føroya fyri tey, sum skulu undirvísa í føroyskum sum annaðmál, sum partur av eini heildarætlan fyri tilflyting og integratión, sigur Hanna Jensen.
– Hendan útbúgving er gjøgnumførd einaferð, og tey, sum tóku prógv, eru í fullum virksemi kring landið sum lærarar hjá tilflytarum. Men enn eru mong, sum ikki hava lært føroyskt, og enn eru mong, sum antin undirvísa ella í framtíðini skulu undirvísa útlendingum í føroyskum, sum ikki hava fingið útbúgving ella eftirútbúgving í hesum serstaka førleika.
– Tað er sera týdningarmikið, at hildið verður fram at tryggja føroyska samfelagnum hesar førleikar at undirvísa í føroyskum sum annaðmál, samstundis sum arbeitt verður við at fáa fleiri av tilflytarunum ígjøgnum skeiðini í føroyskum.
Tí verða hesir spurningar settir, sigur Hanna Hensen, løgtingskvinna fyri Framsókn.
Landsstýrismaðurin hevur tvær vikur at svara grein 52a fyrsispurningum.