Veddingarfyritøkurnar hella eitt vet til ein sigur til B71

Her eru oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkum upp á dystin B71-TB í 1. deild hjá monnum

Skíggjasavnsmynd frá dysti við Stórá millum TB og B71 í 2022

Leygardagin klokkan 13.30 byrjar dysturin í 1. deild hjá monnum millum B71 og TB inni í Dal á Sandi.

 

Aftaná fýra umfør hevur B71 níggju stig, meðan TB hevur seks stig. 

 

Fimm altjóða veddingarfyritøkur lata odds upp á dystin millum B71 og TB. Ein javnur dystur liggur í kortunum, og oddsini eru sera jøvn, men veddingarfyritøkurnar hella eitt vet til ein sigur til B71. 

 

Oddsini upp á heimasigur til B71 liggja millum 2,02 og 2,18.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,60 og 4,20.

 

Oddsini upp á útisigur til TB liggja millum 2,63 og 2,81.

 

HER eru oddsini: 

 

##med2##

 

##med3##

 

 

 

Skíggjasavnsmynd frá dysti við Stórá millum TB og B71 í 2022