Í kvøld klokkan 19.45 spæla Føroyar fyrsta EM-undankappingardystin í hesari undankappingini.
Tá spæla vit á útivølli á Zimbru leikvøllinum í Chisinau móti Moldova í undanbólki E.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Byrjað verður at senda longu klokkan 15.
17 altjóða veddingarfyritøkur geva odds upp á dystin, og sambært oddsunum verður talan um ein javnan og spennandi dyst. Tó hella veddingarfyritøkurnar eitt sindur til ein moldaviskan sigur.
Oddsini upp á heimasigur til Moldova liggja millum 2,40 og 2,55.
Oddsini upp á útisigur til Føroyar liggja millum 2,90 og 3,18.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 2,90 og 3,13.
Her eru oddsini:
##med2##