Í sambandi við Tórfest, sum verður fríggjadagin 26. juli, verða hesir vegir stongdir frá fríggjamorgunin 26. juli klokkan 9 til leygardagin 27. juli klokkan 12:
- Tórsgøtu frá Sverrisgøtu oman til Vágsbotn
- Sverrisgøta frá Magnus Heinarsonargøtu oman til Tórsgøtu
- Mylnugøta
- Bryggjubakki frá Vágsbotn til Bringsnagøtu
- Vágsbotnur frá Bøgøtu til Vaglið
- Undir Bryggjubakka
Hesum boðar Tórshavnar kommuna frá á torshavn.fo.