Velja borgarstjóran í Havn í kvøld

Longu í kvøld verður býráðsfundur hjá nýggja býráðnum í Havn, har Elsa Berg verður vald til borgarstjóra og nevndirnar verða skipaðar

Tað sigur Elsa Berg, sum verður nýggjur borgarstóri í Havn.

 

Tað er fyrst valdi býráðslimur, sum hevur uppgávuna at kalla nýggja býráðið saman at skipa seg, og tað gjørdi Elsa Berg, sum er fyrst valdi býráðslimur hesaferð. Fyrstvald merkir, tann persónur, sum hevur flestar atkøvður á listanum sum fær flestar atkvøður. Fundur skal í seinasta lagi vera nýggjársaftan.

 

Tá býráðið longu verður skipað í dag, so er bundið um heilan fingur, tí tá borgarstjórin er valdur, so vendst ikki aftur.

 

Í nýggja meirilutanum í Havn eru Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin, sum einsamallir hava meirilutan, men aftur at teimum er eisini Guttormur í Skála, sum er valdur fyri Borgaralistan. Tað merkir, at samgongan hevur 8  av 13 býráðslimum.

 

Hesi eru í nýggju samgonguni í Tórshavnar býráð:

 

##med2##

 

Hesi eru í andstøðuni í Tórshavnar býráð:

 

##med3##