Verjuleiðarin í Kenja deyður í tyrluvanlukku

- Tað er við stórari sorg, eg beri boðini um generalin, Francis Omondi Ogolla, sigur forsetin í Kenja.

Verjuleiðarin og generalurin, Francis Omondi Ogolla, sum læt lív í tyrluvanlukku í dag.

Forsetin í Kenja, William Ruto, váttar, at landsins verjuleiðari, Francis Omondi Ogolla, er deyður í tyrluvanlukku.

 

Tilsamans níggju fólk lótu lív í vanlukkuni, tá tyrlan, tey vóru í, datt niður.

 

- Tað er við stórari sorg, eg beri boðini um generalin, Francis Omondi Ogolla, sigur forsetin í Kenja.

 

Forsetin upplýsir eisini, at vanlukkan hendi klokkan 14.20 í dag, lokala tíð.

 

Sambært lokalum tíðindamiðlum datt tyrlan niður í landslutinum, Elgeyo Marakwet, einar 400 kilometrar úr høvuðsstaði landsins, Nairobi.

 

Millum miðlarnar, sum bera hesi tíðindi í kvøld, er NTB.

 

Verjuleiðarin og generalurin, Francis Omondi Ogolla, sum læt lív í tyrluvanlukku í dag.