VIDEO: Keðiliga brotssparkið og málið Føroyar fingu ímóti sær á Kreta

(Video) Síggj støðuna har Birita Ryan avgjørt ikki helt seg hava gjørt brotsspark móti Grikkalandi

Mynd: FSF

Føroyska kvinnulandsliðið avrikaði væl í tí fyrsta EM-undankappingardystinum á einum torførum útivølli móti Grikkalandi úti á Kreta.

 

Føroysku kvinnurnar taptu upp á eitt brotssparksmál, ið var dømt ímóti Biritu Ryan tá 10 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. 

 

Veatriki Sarri umsetti brotssparkið til mál, og tað gjørdist munurin á máltalvuni tá dysturin var liðugur.

 

Birita Ryan var als ikki samd við dómaranum um, at talan var um brotsspark. 

 

Havast skal í huga aftaná tepra 1-0 sigurin hjá Grikkalandi, at miðaloddsini hjá altjóða veddingarfyritøkum upp á føroyskan sigur vóru heili 20,00. Miðaloddsini upp á grikskan sigur vóru bara 1,08.

 

HER ber til at síggja støðuna sum førdi til brotssparkið, og sigursmálið hjá Grikkalandi:

 

##med2##

 

Komandi týsdag klokkan 15.30 spæla føroysku kvinnurnar aftur dyst á útivølli í EM-undankappingarbólki 3 í deild C. Hesaferð verður Montenegro mótstøðuliðið.

 

 

 

Mynd: FSF