VIDEO: Enn ein týskur jólasangur er týddur til føroyskt

Hoyr Britu, Eli og Napoleon Smith syngja føroysku týðingina av "Leise rieselt der Schnee", ið Óli Jákup Jacobsen hevur týtt til føroyskt

Viftan av jólasangum gerst alsamt breiðari, og nú er enn ein í øðrum londum kendur jólasangur lagdur aftrat úrvalinum.

 

Kendi týski jólasangurin "Leise rieselt der Schnee" hjá Eduard Ebel frá 1895 hevur verið nógv sungin í teimum týskt talandi londunum, og hann var eisini í enskari týðing á legendarisku jóla LP-plátuni hjá Boney M frá 1981. "Snow falls over the Ground" eitur sangurin á enskum. 

 

Lagið er eitt gamalt fólkavísulag. 

 

Nú hevur Óli Jákup Jacobsen eisini týtt "Leise rieselt der Schnee" til føroyskt.

 

HER ber til at síggja og hoyra Napoleon Smith, Britu á Váli Smith og Eli Smith framføra "Flykrur dala í kvøld": 

 

##med2##