VIDEO: Føroyar skora altíð móti Danmark í Keypmannahavn

(Video) Endursíggj minniliga málið hjá Klæminti A. Olsen í Parkini 12. november í 2021

Í kvøld klokkan 19.15 møtast Danmark og Føroyar á sjeynda sinni í A-landsliðshøpi. Dysturin verður spældur á leikvøllinum í Brøndby. Danmark hevur higartil vunnið seks av seks møguligum dystum, men í tveimum teimum seinastu dystunum í HM-undankappingini í 2021 góvu okkara menn dønum skarpan gang í teprum 0-1 tapi á Tórsvølli og 1-3 tapi í Parkini.

 

Vit skora altíð móti Danmark í Keypmannahavn, og tit kunnu bara vóna, at tað aftur verður galdandi í kvøld.

 

12. november í 2021 skoraði Klæmint A. Olsen eitt minniligt mál móti Danmark, og hóast vit taptu 1-3, so hevði málið risastóran sálarligan týdning fyri liðið og fyri fjeppararnar.

 

HER ber til at síggja málini frá dystinum í Parkini 12. november í 2021:

 

##med2##

 

##med3##