VIDEO: Gilli og Odd vóru fyri stórtapi í Molde

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Molde-Odd 5-0 (3-0)

Savnsmynd

Aftaná at hava verið ósigraðir í fimm dystum vóru Gilli R. Sørensen og liðfelagarnir í Odd fyri stórtapi ígjár.

 

Odd vitjaði oddaliðið í bestu norsku fótbóltsdeildini, Molde sum vann stórsigur 5-0 á Odd. Longu tá ein hálvur tími var farin var Molde á odda 3-0.

 

Gilli R. Sørensen spældi allan dystin, og hann var við til at skapa ein stóran málmøguleika tá støðan var 3-0, men hann var tíverri misnýttur.

 

Odd er nummar átta av teimum 16 liðunum í deildini við 16 stigum. Fimm stig eru upp til Vålerenga á triðja plássinum, ið gevur møguleikan at spæla í Evropa næsta summar.

 

Komandi leygardag tekur Odd móti Viking Stavanger.

 

Á hesari leinkjuni ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Molde og Odd: https://www.odd.no/video

 

 

 

Savnsmynd